gamla saltsølan verður sjóvinnuhús


Tórshavnar kommuna ynskir at stimbra og menna vinnulívið, so tað støðugt roynir nýggjar vinnuvegir og skapar arbeiðspláss. Nógv størv í kommununi hava samband við sjógvin. Vit hava góðar førleikar og holla vitan innan nógv av tí, ið fyriferst á sjónum, í sjónum og við sjógvin. Við nýumvælda bygninginum á Vestaru bryggju gevur kommunan sjóvinnuni møguleika at húsast undir somu lon. Karmarnir verða framúr góðir. Harvið leggur Tórshavnar kommuna lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív.

Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðsvirksemi.

Nýggja vinnuhúsið á Vestaru bryggju hevur fingið heitið Sjóvinnuhúsið.
Samband
Hava tit fyrispurningar viðvíkjandi Sjóvinnuhúsinum, vendið tykkum til Tórshavnar havn og Annfinn Hjelm, tel. 21 54 75.