Arkitektakapping um miðbýin 2014


Høvuðsstaðurin skal verða mentur. Tí skrivaði Tórshavnar kommuna í januar 2014 út arkitektakapping um miðbýin. Allir arkitektar og øll arkitektavirki í Føroyum vórðu boðin at taka lut í kappingini.

Sjey arkitektavirki hava í hvør sínum lagi roynt at svara spurninginum, hvussu miðbýurin skal síggja út í framtíðini.

ZETA architects vunnu
Lógvabrestirnir rungaðu í Müllers Pakkhúsi 22. mai 2014, tá vinnandi uppskotið í stóru arkitektakappingini um miðbýin í Tórshavn varð avdúkað. Vinnarin gjørdist arkitektagreipan, ZETA architects, við Ragnari Zachariassen og Søreni Yde Jensen.

ZETA architects hava latið gera film við vinnandi uppskotinum. Til ber at síggja filmin HER.

Dómsnevndarálitið sæst HER.

Sjey uppskot komu inn. Almenn framsýning við uppskotunum var í Müllers Pakkhúsi í tíðarskeiðinum 30. mai - 7. juni 2014.

Umframt heiðurin fekk vinnandi uppskotið 350.000 krónur. Dómsnevndin mælir samstundis til, at felagið ZETA architects verður tengt at kommununi sum ráðgevi í framhaldandi arbeiðinum at menna miðbýin í Havn.


Skal framtíðartryggja Havnina

Tórshavnar kommuna leggur doyðin á at fáa enn meira lív í miðbýin, og er arkitektakappingin ein liður í arbeiðinum at leggja til rættis eina skipaða miðbýarmenning. Kommunan ynskir at víðka um miðbýin og samstundis varðveita upprunalig snið við atliti at bygging og landslagi. Men samstundis ynskir kommunan at skapa møguleikar at byggja hægri og tættari og á tann hátt geva rúmd fyri spennandi arkitekturi. Eisini verður stórur dentur lagdur á, at børn og vaksin, privatar og almennar tænastur, vinnulív og stovnar fáa so góð kor at virka undir í miðbýnum sum gjørligt. Endamálið við kappingini er at tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina.

Kappingarskráin sæst HER og annað tilfar sæst høgrumegin.

Mynd: Soleiðis ímynda ZETA architects sær økið við Kongabrúnna.
Uppskotini
Niðanfyri eru øll uppskotini, sum komu inn frá teimum ymisku teknistovunum.

Zeta Architects.pdf

SNA.pdf

Páll Holm Lave.pdf

Albert og Gudmund.pdf

MAP Arkitektar.pdf

Kontrast.pdf
Tilfar um miðbýin
Tórshavnar kommuna setti miðbýin á dagsskrá í Öström á heysti 2013. Fleiri framløgur vóru á skránni. Tú sært framløgurnar niðanfyri, ið allar snúgva seg um at menna miðbýin.

Samanumtøka.pdf
Grønur býur.pdf
Annleyg Lamhauge.pdf
Henrik Dorn-Jensen.pdf
Ingibjørg Berg.pdf
Poul Clementsen.pdf
Oddbjørg Højgaard.pdf
Gunnar Hoydal.pdf
Høgni Hansen.pdf
Bjarni Joensen.pdf
Elin Lindenskov.pdf
Jákup Egholm.pdf