Matstovuloyvi

Umsókn um matstovuloyvi skal sendast til Føroya Landfúta. Vendið tykkum til Fútan viðvíkjandi umsóknarblaðnum. Føroya Landfúti sendir síðani umsóknina til avvarandi myndugleikar:

Føroya Landfúti
Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
• (Arbeiðseftirlitið)
• Avvarandi kommunu

Myndugleikarnir viðgera umsóknina og senda tilmælið til Føroya Landfúta. Føroya Landfúti tekur síðani støðu til, um loyvi skal gevast.

Matstovuloyvi eru galdandi í 5 ár. Søkjast skal um endurnýggjan av loyvi tríggjar mánaðar, áðrenn loyvið gongur út. Eisini skal søkjast av nýggjum, tá viðurskiftini eru broytt t.d. eigaraskifti, nýtt partafelag, flyting og broyting av innrætting.

Ymiskt er, hvørjar upplýsingar, tekningar og hvørji skjøl myndugleikarnir hava tørv á at fáa frá umsøkjaranum. Vendið tykkum til Føroya Landfúta hesum viðvíkjandi. Eisini ber til at venda sær til myndugleikarnar.
Mannagongd
Kommunala málsviðgerðin (les meira)
Oyðublað at fylla út
Fyll oyðublaðið út og lat fútanum tað, tá søkt verður um matstovu-, skeinkiloyvi og/ella alment loyvi.

Umsókn um matstovu- og skeinkiloyvi og/ella alment loyvi.pdf
Viðkomandi kunning
Byggisamtykt
Bygging
Feittbrunnur
Óljóð
Burturkast
Rottangar