útiborðreiðing

Kommunan ynskir, at býurin er livandi og hevur alskyns tilboð til borgaran. Eitt av hesum tilboðum kann vera at hava útiborðreiðing.

Ætlar tú at hava útiborðreiðing ella líknandi virksemi á gongubreyt og torgi, krevst, at søkt verður um loyvi at leiga lendið, áðrenn virksemið kann byrja. Kommunan hevur eisini eina reglugerð soleiðis, at tú sum leigari veit, hvørjar treytir kommunan setir.

Søk í góðari tíð, tí umstøður kunnu gera, at málið skal leggjast fyri nevnd. Ætlar tú at skeinkja rúsdrekka uttandura, krevst serstakt skeinkiloyvi. Vend tær til Fútan hesum viðvíkjandi.

Er ætlanin at matgerða uttandura, so er at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Reglugerðin finst HER, og umsóknarblað til útiborðreiðing finst HER. Áðrenn søkt verður, skal umsøkjarin í minsta lagi upplýsa tað, sum stendur í umsóknarblaðnum.

Leigusáttmálin viðvíkjandi leigu av lendi til útiborðreiðing er galdandi í eitt ár í senn. Umsøkjarin skal søkja av nýggjum, áðrenn virksemið kann byrja.

Byggi- og umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu viðger umsóknina.
Umsókn um loyvi til útiborðreiðing
Umsóknarblað um útiborðreiðing á almennum øki fæst HER.
Reglugerð
Reglugerð fyri útiborðreiðing finst HER.
Kostnaður
Leigukostnaðurin fyri fermeturin um árið er kr. 200