pengar fyri gamalt jarn

Umframt at lata pening fyri gamalt jarn, letur Endurnýtslan eisini pening fyri onnur sløg av metallum, t.d. kopar og aluminium.

Jarn- og metallskrottið verður latið inn á jarnplássinum á Hjalla og fer síðani víðari til endurnýtslu uttanlands. Skrottið verður bólkað í vørubólkar sambært príslista, sum sæst HER.

Fyri at skrottið kann bólkast í ávísan vørubólk, skal tað vera sama slag. Eru fleiri sløg blandaði saman (t.d. jarni og aluminium), verður alt skrottið bólkað í bólkin við minsta gjaldinum. Ein minsta nøgd er ásett fyri hvønn bólkin sær. Minni nøgdir verða at lata Endurnýtsluni. Annað óviðkomandi tilfar má ikki vera saman við skrottjarninum, t.d. vandamikið tilfar, dekk, brennbart tilfar ella tilfar, sum eigur at tyrvast.

Skrottjarnið skal vigast á vektini hjá Endurnýtlsuni við innkoyringina til rusksiloina. Minni nøgdir (upp til 200 kg) kunnu vigast á plattavekt. Skrottið verður vigað á veg inn áðrenn avskiping og á veg út aftan á avskiping. Er okkurt at spyrja um, kanst tú gera vart við teg á Endurnýtsluni ella ringja 30 20 40.