Út við (take away)

Tá ætlanir eru um at selja út við (take away), eru ymisk viðurskifti, sum hædd skulu takast fyri, áðrenn virksemi kann byrja. Hetta er galdandi fyri grillbarrir, pitsastøð og tílíkt virksemi. Umframt skattaviðurskifti og onnur formlig viðurskifti eru krøv eitt nú innan heilsu, bruna, bygging, arbeiðsumhvørvi og umhvørvi.

Er talan um (um)bygging av hølum v.m., skal søkjast um byggiloyvi hjá Tórshavnar kommunu. Har matgerð fer fram, krevst eisini ein freittbrunnur.

Umframt kommununa eru hesir myndugleikar at venda sær til: 

Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
Vørn
• (Arbeiðseftirlitið)

Um talan bert er um at selja út við, er ikki neyðugt at søkja um matstovuloyvi.

Er ætlanin at hava útiborðreiðing á almennum øki, skal umsókn sendast kommununi um hetta. Sí meira HER