Hissini søluloyvi og annað

Er ætlanin at selja eitthvørt ein ávísan dag ella nakrar fáa dagar um árið á almennum øki t..d. á gongugøtuni, skal søkjast um loyvi frá kommununi áðrenn.

Reglugerð um hissini søluloyvi sæst HER, Umsóknarblað um hissini søluloyvi á kommunalum øki kann verða tikið niður HER.

Í sambandi við ólavsøku skal søkjast um serstakt loyvi. Um ólavsøkumundið ber til at søkja HER.

Umsókn um at hava tiltak á kommunalum øki fæst HER.

Eisini ber til at venda sær til Snarskivuna, tel. 30 20 10, og fáa nærri kunning.

Leysar sølubúðir
er eitt nú pylsuvognar, plantuvognar, fiskabilar v.m., sum ynskja at hava eitt ávíst stað at standa og selja vørur sínar.

Kommunan hevur lagt av ymisk støð í kommununi til hetta virksemi. Hvørji støð talan er um og reglugerð hesum viðvíkjandi finst HER. Vanliga er loyvið galdandi eitt ár í senn. Loyvið er ikki galdandi á ólavsøku, tá kann søkjast um ólavsøkuloyvi.

Umframt at kommunan gevur loyvi til staðseting, krevst løggilding/skráseting frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sí vegleiðing HER.