Miðbýarætlan


Miðbýarætlanin er kommununnar uppskot til eina ætlan fyri henda býarpart. Vit stinga út í kortið yvirskipaðu hugsanirnar um okkara felags miðbý. Tørvur hevur verið á at síggja teir mongu møguleikarnar, og øll ynskini, sum býurin hevur. Tørvur hevur verið á eini ætlan, sum hyggur langt fram í tíðina. Í ætlanin eru eisini ítøkilig uppskot, sum menna og endurnýggja miðbýin – bæði bygningar, øki og vegir. Her eru smá tilboð í gerandisdegnum og stórar verkætlanir, sum verða framdar 10-15 ár frammi í tíðini. Miðbýarætlanin skal endurskoðast javnt og samt soleiðis, at mál og mið støðugt eru dagførd og hóska seg til nútíðina.

Miðbýarætlanin tryggjar góðar møguleikar at menna handilsvinnuna, útbúgvingarumhvørvið og ferðavinnu. Men fram um alt fara vit at menna ein livandi og fjølbroyttan miðbý við nógvum upplivingum til gagns fyri borgarar í øllum aldri.
Kunning/spurningar
Tørvar tær meira kunning, ella hevur tú einhvønn spurning ber til at venda sær til Biritu Wardum, býararkitekt í Tórshavnar kommunu, tel 281109
Faldari
Stuttur faldari um miðbýarætlanina sæst HER
Upprit til orðaskifti
Uppritið um miðbýarætlanina fæst í Snarskivuni, og til ber eisini at lesa tað niðanfyri.

Miðbýarætlan_Juni 2016.pdf