Skaðadjór

Rottur
Aktingarmaðurin hjá kommununi tekur sær av rottutýning. Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við Snarskivuna tlf. 30 20 10, sum gevur aktingarmanninum boð. Rottutýningin er ókeypis.

Hvørt ár eru einar 100 fráboðanir um rottu í Tórshavnar kommunu. Vanliga rottuslagið í Føroyum er brúna rottan. Onkuntíð vitjar eisini svarta rottan, ið kemur við fremmandum skipum, men hon yvirlivir ikki leingi í føroyska umhvørvinum.

Í faldaranum Rottur fært tú góð ráð um, hvussu tú verjir bústaðin og avmarkar livikorini hjá rottum.

Vespur
Eru vespubýli í húsinum ella á grundøkinum, kanst tú fáa sakkøna hjálp frá kommununi at taka tað burtur. Ring til Snarskivuna tlf. 30 20 10, sum gevur týningarskipanini boð.

Kravið er, at tú kanst ávísa eitt býli ella eitt stað, har vespurnar alla tíðina flúgva inn og út. Vesputýnarin átekur sær ikki at drepa einstakar flúgvandi vespur. Ein onnur treyt er, at eigarin av ognini ella umboð fyri hann er á staðnum, meðan týningin verður framd.

Vespurnar verða týndar við eiturpulvuri, ið verður sprænt inn í og uttan um býlið. Tað er ikki ráðiligt at taka vespubýli burtur uttan sakkøna hjálp. Vespurnar leypa beinanvegin á, um onkur roynir at órógva ella oyðileggja býlið. Vanligastu støðini hjá vespunum at gera sær býli eru t.d. undir takúthangi, undir væðingum, í hjøllum og í veggjum millum skins og hold.

Sniglar
Morsnigilin ella Iberiski snigilin (eisini nevndur Dreparasnigilin) varð fyrstu ferð staðfestur í Føroyum í 1996. Snigilin ger stóran skaða á urtagarðar, tí hann etur allar plantur.

Nógvar royndir eru gjørdar at basa sniglinum, bæði við fellum og eitri. Besti fyribeiningarhátturin er at savna sniglarnar upp í eina spann og stoyta kókandi vatn oman yvir teir. Tá sniglarnir eru deyðir, leggur tú teir í eitt horn í urtagarðinum. Morsnigilin er kannibalur, og deyðu sniglarnir fáa hinar at savnast. Morgunin eftir savnar tú aftur sniglar og stoytir kókandi vatn yvir teir.

Ver í handskum, tá tú savnar sniglarnar. Slímið er seigt og kann vera trupult at vaska av aftur.

Morsnigilin livir í umleið eitt ár, men nørist sera skjótt. Sniglar eru tvíkynjað djór og tí verpa allir sniglarnir. Longu tá morsnigilin er 5-6 vikur gamal, hevur hann vorpið eini 400 egg, ið verða klakt eftir einum mánaði.

Kunna teg nærri
Hevur tú trupulleikar við rottum, vespum ella sniglum, kanst tú ringja til Snarskivuna á tlf. 30 20 10.