Hugskotið


Tórshavnar kommuna leggur við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar. Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, verður nýskapanarhús nú sett á stovn.

Jónhild Rasmussen er umsitari á Hugskotinum. Ynskir tú at arbeiða við íverksetan í hølunum í Niels Winthers gøtu 5, ella vilt tú bara fregnast, hvørjir møguleikar húsið kann bjóða, er at seta teg í samband við Jónhild. 

Hugskotið
skal geva góðum hugskotum bestu sømdir at vaksa. Við einum húsum serliga ætlað íverksetarum ynskir Tórshavnar kommuna at seta íverksetan á breddan og halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggjar vinnur kunnu taka seg upp.

Tórshavnar kommuna hevur hvest vinnulívsoddin, og er Nýskapanarhúsið Hugskotið ein liður í hesum arbeiði .

Umstøðurnar í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju eru av teimum bestu. Rúm er fyri 28 íverksetarum, sum umframt felagsskrivstovur hevur fundarhøli, køk og aðrar hentleikar.
Hugskotið
Vitja okkum á Facebook
Fyrsta virkisætlan
Sjálvavgreiðsla
Kunna teg nærri
Nýskapanarhúsið Hugskotið
Sjóvinnuhúsið
FO-100 Tórshavn

Jónhild Rasmussen
T-postur: jonhildr@torshavn.fo
Tel. 28 93 33

Jónhild umsitur Hugskotið og hoyrir fegin frá tær, vilt tú hava ein kliva í Sjóvinnuhísinum á Vestaru bryggju.

Pláss er fyri 28 íverksetarum í kveikjandi umhvørvi.
Faldarin Vinnan í fokus