Landbúnaður

Í Tórshavnar kommunu eru 42 bøndur. Teir flestu eru seyðabøndur, og haraftrat hava nakrir mjólkineytahald.

Bøndurnir eru skiftir soleiðis sundir í kommununi:

Kollafirði: 11
Kaldbak: 5
Kaldbaksbotnur: 2
Sund: 1
Hoyvík: 2
Tórshavn: 2
Kirkjubø: 4
Velbastað: 6
Syðradalur: 1
Norðradalur: 2
Nólsoy: 3
Koltur: 1
Hestur: 2

Allir íroknaðir. 42

Tøðið verður í útgangsstøðinum sprænt millum 15. mars og 15. oktober. Tó verða serloyvi eisini givin at spræna tøð uttan fyri hetta tíðarbilið. Høgrumegin sært tú yvirlit yvir øll taðingarloyvi og eykaloyi fyri árið 2014. Verður tøð sprænt í tínum øki, er gott at vera fyrivarin. Tað er millum annað skilagott ikki at hanga klæði til turkingar ella grilla dagarnar eftir, at tøð er sprænt nærindis tíni ogn.
Taðing
Búnaðarstovan mælir bóndunum til, at allir køstar eru tómir 15. oktober á hvørjum ári.

Taðing má bara fara fram í tíðarskeiðinum 15. mars til 15. oktober. Taðingin skal í mest møguligan mun fara fram í byrjanini av hesum tíðarskeiði. Ikki er loyvt at taða sunnu- og halgidagar.

Allir bøndir í kommununi hava hagajørð, og summir taka ímóti flótitøðum frá mjólkineytabøndunum.
Taðingarloyvi
Hesi hava fingið undantaksloyvi at taða í tíðarskeiðinum 15. oktober 2016 til 1. januar 2017:

- Sp/f Oyrareingjagarði v/Jóannes Debess
Taðingarreglur
Niðanfyri ber til at lesa taðingarreglurnar, millum annað um taðing í vánaligum líkindum, oysregni, kavaroki, gellifrosti v.m.

Treytir og viðgerð av umsóknum um undantak.pdf