Tórshavnar ungdómsráð


Ungdómsráðið er umboð teirra ungu í kommununi. Endamálið er at skapa ein pall, har ung fáa eina rødd í býráðspolitisku skipanini og soleiðis 

styrkja fólkaræðið í kommununi.

Ítøkiliga skal ungdómsráðið takast við í viðgerð av málum, sum kommunan arbeiðir við og sum viðvíkja ungdóminum - eitt nú viðvíkjandi frítíðarvirksemi, lestrarumhvørvi og lestraríbúðum. 



Eisini kann ungdómsráðið seta fram uppskot og hugskot til nevndir og býráð um viðurskifti, sum kunnu betra um korini og trivnaðin hjá teimum ungu.

Hesi eru vald í ungdómsráðið
Ungdómsráðið hevur eina týdningarmikla uppgávu í politisku tilgongdini, tí ráðið kann seta fram uppskot og mynda ungdómin í Tórshavnar kommunu. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir umboðini, sum eru vald í tíðarskeiðinum 2014-2016. Trýst á einstøku myndirnar, so sært tú, hvat hvørt umboð arbeiðir fyri.


Harald Joensen

Magnus Heinason Eysturoy


Ásvør Lognberg
 
Gunnhild Hansen (fork.)


Tór Marni Weihe