FLYT HEIM

Øll vilja kenna seg trygg, fræls og eggjað til skapan. Í fáum orðum sagt mugu vit eisini spyrja okkum sjálv, hvar vit vilja búgva.

Í Tórshavnar kommunu henda støðug framstig. Vit gerast fleiri í tali, tí øll vilja liva lívið í einum spennandi og nýskapandi miðstaðarøki.

Vilt tú gera mun og toyggja tað, tú helt vera gjørligt, so bjóða vit tær at vera vælkomin í Tórshavnar kommunu.

Tað er lætt at flyta heim. Tað einasta, vit kunnu tryggja tær, er, at her ikki er, sum tá ið tú á sinni fórt. Broytingarnar merkjast dagliga, tí her arbeiða øll fyri at gera Tórshavnar kommunu virkna og vakna.

Tú kanst fylla út tilflytaraskjalið HER. Send tað til torshavn@torshavn.fo – so ert tú væl á veg at flyta heim.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu er 19,00 prosent. Afturfyri fært tú ein reinan og væl skipaðan bý, eitt titrandi mentanarlív og góðar tænastur til børn og ung.

Býrt tú í Tórshavnar kommunu, er samlaði barnafrádrátturin 17.200,- fyri børn millum 0-6 ár og 14.500,- fyri hvørt barnið millum 7-18 ár. Á hvørjum ári.

Grundstykki
Vilt tú keypa grundstykki frá Tórshavnar kommunu, er neyðugt at búgva í kommununi.
Flutningsfeløg
Fleiri privatir veitarar bjóða seg fram at flyta innbúgv, búnýti og annað til Føroya. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir fyritøkur, ið bjóða seg fram at flyta allan húsbúnaðin heim.

Evropa - Føroyar:
- Smyril Line Cargo
- Posta
- Safari
- Norlink Cargo Express
- Faroe Ship
- Samskip
At minnast til
Børn
Flyta børn í kommununa, sum ikki hava búð her áður, minst so til at taka avrit av dópsbrævi/navnabrævi við í Snarskivuna.

Gift
Ert tú vorðin gift/ur, síðan tú flutti í annað land at búgva, minst so til at taka avrit av vígslubrævinum við í Snarskivuna, tá ið tú flytur heim.

Skift eftirnavn
Hevur tú skift Mogensen út við Magnusardóttir árini í útisetu, minst so til at taka avrit av navnabroytingini við í Snarskivuna.