VINNUTORG


Tórshavnar kommuna hevur nógv at bjóða fólki, ið vilja virka á privatum grundarlagi í høvuðsstaðnum. Vit veita karmarnar, soleiðis at fyritøkur og virkir støðugt skapa vinnuligan vøkstur.

Tað er týdningarmikið, at vinnuligu virðini støðugt økjast, og at vakstrarlíkindini hjá virkjum og fyritøkum eru framúr. Tórshavnar kommuna gongur á odda á vinnuliga økjunum. Ein umráðandi liður í einum munadyggum privatum geira eru góðir kommunalir karmar.

Nýskapanarhúsið Hugskotið
Tórshavnar kommuna setir íverksetan á breddan og vil halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggjar vinnur kunnu taka seg upp.

Nýskapanarhúsið Hugskotið, sum er staðsett í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju, er liður í hesum arbeiði. Rúm er fyri 30 íverksetarum, sum umframt felags skrivstovur hevur fundarhøli, tilhaldssrúm og aðrar hentleikar.

Tórshavnar kommuna leggur við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi til íverksetarar.

Jónhild Rasmussen umsitur Hugskotið og hoyrir fegin frá tær. Skriva til jonhildr@torshavn.fo ella ring 28 93 33.

Vinnuskrá
At vit kunnu draga at okkum nýggjar íløgur, at nýskapandi vinnugreinir taka seg upp og at fólk við drúgvum vinnuligum royndum velja at virka og starvast í okkara kommunu hevur alstóran týdning.

Fyri at geva fyritøkum og virkjum so góð gróðrarlíkindi sum gjørligt, arbeiða vit við at gera eina vinnuskrá. Tá fer at bera til hjá øllum at fáa eitt skjótt yvirlit yvir fyritøkur í miðstaðnum.

Vinnuskráin verður sett í verk soleiðis, at tú altíð fært eina skjóta og góða tænastu, vilt tú at finna fram til rætta undirútvegaran ella ein framtakshugaðan samstarvsfelaga.

JobMatch
Tórshavnar kommuna bjóðar seg fram á árligu starvsstevnuni Jobmatch. Tá kunnu tit hitta Tórshavnar kommunu til eitt prát um líkindini fyri starvi í kommununi ella um møguleikarnar fyri at skriva uppgávu á lærdum háskúla í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at alsamt fleiri vælútbúgvin og virkisfús fólk flyta í høvuðsstaðin. Jobmatch er eitt gott høvi hjá okkum at finna skikkaði fólk til spennandi størv í kommununi. Jobmatch verður aftur í desember.