VÆLKOMUPAKKI

Vit bjóða øllum at verða vælkomin heimaftur.

Vælkomupakki
Øll skulu kenna seg at verða vælkomin í Tórshavnar kommunu. Tí handar kommunan øllum nýggjum borgarum ein vælkomupakka.

Í pakkanum eru fleiri hentar upplýsingar, sum skulu gera tað so ómakaleyst sum gjørligt hjá tilflytarum at flyta í kommununa. Í pakkanum er eisini atgongumerki til skoytubreytina, svimjihøllina og Sjósavnið umframt ein heilsan frá borgarstjóranum.

Vælkomupakkin ger tað lættari og enn stuttligari at flyta heimaftur. Avgerðin at flyta heimaftur er stór, tí hevur tað eisini týdning fyri okkum, at tú finnur teg væl til rættis.