ÚTBÚGVINGAR í FO

Um góðar útbúgvingar, lestrarstuðul og lestrarhús

Lestrarhús
Tórshavnar kommuna hevur skipað fyri Lestrarhúsi síðani á jólum 2013. Miðað verður eftir at bóða somu tænastu hvørji jól. Lestrarhúsið hevur ikki verið í sama bygningi, men dentur verður lagdur á, at lestrarhúsið er miðskeiðis í Havnini nær handlum og kaffistovum. Hevur tú spurningar ella hugskot, ið viðvíkja Lestrarhúsinum, kanst tú senda ein t-post til torshavn@torshavn.fo.

Lestrarhúsið skal geva lesandi á framhaldslestri so góðar karmar sum gjørligt at savna seg um lesnaðin. Les meira um Lestrarhúsið HER.

Setrið
Setrið fær alsamt fleiri útbúgvingar á skrá, og møguleikarnir fyri fjarlestri gerast støðugt fjølbroyttari. Umframt dygdargóðar útbúgvingar eru eisini møguleikar fyri at granska í eitt nú lívfrøði, KT-verkfrøði og búskapi.

Setrið hevur eitt virkið lestrarumhvørvi við sløkum 600 fulltíðarlesandi.

Setrið leggur dent á at skapa eitt gott lestrarumhvørvi, ið er merkt av frælsi og nýhugsan. Meira fæst at vita um Setrið á setur.fo.

Vinnuútbúgvingar
Á Vinnuháskúlanum kanst tú lesa til Skipsførara, skipara, maskinmeistara og maskinist. Allar útbúgvingarnar eru á altjóða stigi og geva møguleikar fyri at arbeiða bæði í Føroyum og í útlandinum. Les meira um útbúgvingarnar á vh.fo.

Stuðul lestrarárini
Lesur tú í Føroyum, fært tú umframt fastan lestrarstuðul eisini atgongd til lagalig lestrarlán. Verður tú foreldur, fært tú umframt barnsburðarfarloyvisstudning eisini barnastudning. Les meira um góða fíggjarliga stuðulin á studni.fo

Bókasavnið
Bókasavnið í miðbýnum er seinastu árini dagført og veitir nú fleiri tænastur. Í neðra ber til at seta seg við einum útlendskum tíðarriti ella føroyskum mánaðarriti, keypa ein kopp av nýmalnum kaffi at njóta í lesihølunum ella at taka út við. Á ovaru hæddunum eru bøkur at læna – millum annað nýggjar og eldri bøkur, sum starvsfólkið viðmælir hvønn mánað.