TILBOÐ TIL BØRNINI


Um dagstovnar, skúlar, høgan barnafrádrátt og mangt annað

Skúlabørn
Flytur tú heim við børnum í skúlaaldri, ber altíð til at fáa tey inn í fólkaskúlan – eisini tá ið tú flytur heim miðskeiðis í einum skúlaári. Set teg í samband við skúlans leiðslu, so finna tit ein skúlaflokk til barnið.

Tú kanst eisini seta teg í samband við mentamáladeildina hjá Tórshavnar kommunu, tel 30 20 10.

Vit hava bygt tveir stásiligar skúlar í Tórshavnar kommunu seinastu árini. Skúlin við Løgmannabreyt og Skúlin á Argjahamri eru nýmótans skúlar við kørmum á altjóða stigi og fyrstafloks undirvísing.

Arbeitt verður við at byggja Skúlan á Fløtum, sum verður staðsettur beint við nýggja miðnámsskúlan Glasir.

Skúlin á Fløtum verður trýsporðaður frá forskúla til 7. flokk og fimmsporaður í 8. og 9. flokki. Tíðarætlanin fyri nýggja skúlan er løgd soleiðis, at fyrsti partur verður liðugur í 2018, næsti í 2019 og triðji í 2020. Yvirlit yvir skúlar í kommununi sæst HER.

Forskúlar
Tveir forskúlar eru í kommununi. Í Sankta Frans skúla ganga tilsamans 44 børn í tveimum flokkum. Og á Argjahamri ganga 18 børn í forskúla.

Tað liggur í kortunum at seta á stovn fleiri forskúlar í kommununi komandi árini soleiðis, at børnini fáa dagførda frálæru í seks ára aldri. Forskúlarnir styðja undir fjølbroyttu menningina hjá einstaka barninum.

Tú rindar bara fyri 10 mánaðir um árið.

• Í 2018 kostar forskúlin kr. 1.057 um mánaðin.

Frítíðarskúlar
Á frítíðarskúlum hava børnini einastandandi møguleikar fyri at spæla og vera virkin uttandura, og um somu tíð kunnu tey innandura mennast sosialt og taka týðandi málslig fet.

Øllum børnum í forskúla, 1. og 2. flokki stendur í boði at fara í frítíðarskúla. Miðað verður altíð eftir, at børn í sama flokki eru í sama frítíðarskúla.

Frítíðarskúlin er lagaður eftir tímatalvuni hjá flokkunum. Vanliga fara børnini fyrst í skúla og síðani í frítíðarskúla, men í teimum førum, tá skúlagongdin byrjar seinni út á fyrrapartin, fara børnini fyrst í frítíðarskúla og síðani í skúla. Eftir skúlatíð hava tey møguleika at fara aftur í frítíðarskúla.

Fleiri frítíðarskúlar eru í kommununi. Ring til Snarskivuna, tel 30 20 10, og hoyr nærri.

Tú rindar bara fyri 10 mánaðir um árið.

• Í 2018 kostar frítíðarskúlin kr. 902 um mánaðin.

Dagstovnar
Barn títt fær pláss á dagstovni, tá tú flytur heim. Tað kemur fyri, at tit skulu bíða í nakrar vikur, áðrenn barnið sleppur á stovn, men vit miða altíð eftir, at øll sleppa fram at stovni sum skjótast og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at tit eru flutt í kommununa. Stovnar eru kring alla kommununa.

Tað er altíð skilagott at skriva barnið upp til dagstovn í góðari tíð. Útisetar kunnu søkja um pláss 6 mánaðir, áðrenn ætlanin er at flyta heima og fáa í fyrsta lagi boð um pláss 3 mánaðir, áðrenn flutt verður. Tað vil siga, at er ætlanin at flyta heim 1. august, ber til at søkja um dagstovn 1. februar. Í hesum døminum verður støða tikin til umsóknina 1. mai. Yvirlit yvir stovnar í kommununi sæst HER.

Í Føroyum rindar tú bara fyri 11 mánaðir um árið.

• Í 2018 kostar eitt barnagarðspláss kr. 1.640 um mánaðin.
• Í 2018 kostar eitt vøggustovupláss kr. 2.650 um mánaðin

Flytur tú heim við fleiri børnum, ið skulu á dagstovn, verður avsláttur latin. Tú rindar bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggustovupláss kostar. Dømi: Hevur tú eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði, er mánaðarligi avslátturin kr. 1.640.

Fult kann vera á ávísum stovnum. Fært tú ikki pláss í tínum øki, ber altíð til at flyta, tá ið pláss verður tøkt.

Ynskir tú at skriva barn títt upp til pláss á dagstovni, so fyll út umsóknarskjal HER.

Barnafrádráttur
Fyri hvørt barnið undir 18 ár, ið tú hevur foreldramyndugleika yvir, verður latin ein frádráttur í lands- og kommunuskattinum. Barnafrádrátturin er kr. 8000 í 2018 í Tórshavnar kommunu. Hetta eru knappar 2000 krónur meira enn miðal barnafrádrátturin í føroyskum kommunum. Barnafrádrátturin í landsskattinum er kr. 6500 í 2018 fyri hvørt barnið oman fyri 7 ár. Barnafrádrátturin hjá landinum fyri børn 0-6 ár er 9.200 kr um árið.

Dømi 1: Hevur tú foreldramyndugleika yvir einum barni, sum er 10 ár, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, er samlaði frádrátturin kr. 14.500 um árið.

Dømi 2: Hevur tú foreldramyndugleika yvir einum barni, sum er 4 ár, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, er samlaði frádrátturin kr. 17.200 um árið.

Ungdómshús
Vit hava nøkur virkishús fyri børn og ung, har tey í tryggum umhvørvi hava møguleika at stuttleika sær við ymiskum ítrivi. Virksemið fatar um fjøltáttað tiltøk ymsastaðni í býnum.

Musikkskúlin
Tórshavnar Musikkskúli bjóðar frálæru í alskyns ljóðførum. Kommunan hevur í hyggju at byggja nýggjan tónleikaskúla í Havn.
Til útisetar
Útisetar kunnu søkja um at fáa barn á dagstovn 6 mánaðir áðrenn flyting.

Pláss verður í fyrsta lagi bjóðað 3 mánaðir fyri flyting.

Miðað verður eftir, at ongin bíðar meira enn 4 vikur eftir plássi.

Flyta børn í kommununa, sum ikki hava búð her áður, minst so til at taka avrit av dópsbrævi/navnabrævi við í Snarskivuna, tá ið flyting verður meldað.