Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon á Boðanesheiminum
Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt, at stuðla borgaranum soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Heilsu- og umsorgnanartænastan er skipað í trimum eindum. Í Heilsuhúsinum verða m.a. øll tilboð til borgaran og allar tvørgangandi tænastur og heimatænastur skipaðar. Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru harumframt tvær eindir við umleið 110 búplássum hvør.

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Strandarlon er ein samansett deild við 5 endurvenjingarplássum, 2 umlættingarplássum og 17 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Strandarlon strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

TIL STRANDARLON VERÐUR SØKT EFTIR:
• 
 
einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. januar 2018 ella
eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV
• 
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing

Góð evni at samskifta í skrift og talu

Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning

KT-førleika á brúkarastigi

VIT BJÓÐA TÆR
• 
Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag


At menna tænasturnar í Heilsu- og umsorganartænastuni saman við
okkum

Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar


Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá
Heilsu- og umsorganartænastuni

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vár í Gong, deildarleiðara á Strandarlon, telefon 224108, ella við telduposti til var@torshavn.fo.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Strandarlon“.

Umsóknarfreistin er 3. november 2017.





Fleiri størv
Trýst her
Starvsvenjing
í Føroyum