Stuðul til umhvørvistiltøk


Tórshavnar kommuna veitir á hvørjum ári eina kvarta millión í stuðli til teirra, sum menna vitanina um umhvørvið, fyribyrgja dálking, spara orku og tilfeingi, kunna almenningin um viðurskifti umhvørvinum at frama og/ella verja landsløg, djóra- ella plantusløg.

Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú býrt í Tórshavnar kommunu - ella at verkætlanin er umhvørvinum í Tórshavnar kommunu at gagni.

Tað mesta, ein verkætlan kann fáa í stuðli, er helmingurin av stuðulsupphæddini, sum er 250.000 krónur.

Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul. Umsóknarblað fæst HER og reglugerðin sæst HER.

Umsóknir verða at lata Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 1. apríl 2016 og verða at senda til torshavn@torshavn.fo

Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni 2016.