Rebekka Eliasen

Rebekka er 15 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon bjóðar seg fram at umboða ungdómin í Tórshavnar ungdómsráð fyri at styrkja um sambandið í millum ungdómin og politikk.

Rebekka heldur, at tað er ógvuliga harmiligt, at ikki fleiri tiltøk eru fyri tey ungu í Tórshavn, hvørki tónleikatiltøk ella listalig tiltøk. Vit vera handfarin sum um vit eru alt men einki. Ov ung til at gera helvtina av tí, sum vit vilja og ov gomul til at gera hina helvtina. Vit í aldrinum 15-17 hava eingi rættindi, og tað er tí at eg havi stillað upp. Eg bjóði meg fram til at vera við í TUR, tí at eg haldi at skandala, at ”framtíðin Føroya”, vit ungdómurin eru teir sokallaðu Inbetweeners.

Eg havi sett mær fyri, at um eg verið vald, skal eg kempa fyri:

• betri karmar fyri ung listafólk
• lesi/ungdóms-café niðri í Miðbýnum
• meiri tiltøk fyri ung
• tilhaldsstað fyri ung, ið keða seg

So, um framtíðin ikki skal sprekka - so skriva Rebekka!

Vitja Rebekka á Facebook HER.