Bogi Bech Húsgarð


Bogi er 14 ára gamal og gongur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Bogi heldur, at tað er ógvuliga keðiligt, at tú skalt hava matpakka við breyði við í skúla. Hann heldur, at ein kantina skuldi bjóðað heilsugóðan mat.
Sum nú er mugu næmingar lata sær lynda við rugbreyð - og tað er ov litleysur kostur sum frá líður.

Bogi Bech Húsgarð heldur, at serliga Hoyvíkin manglar eitt ungdómshús har ung kunnu halda til. Her skuldi verið telduøki ella okkurt tílíkt, tí at tey, ið ikki gera ítrott ofta byrja at drekka og líknandi fyrr og so at ung hava eitt stað at møtast.

Hann heldur eisini, at skúlarnir skulu hava matarhøll við frískum og heilsugóðum mati,

Vitja síðuna hjá Boga á Facebook HER.