Ásvør Lognberg


Ásvør Lognberg bjóðar seg fram til Tórshavnar ungdómsráð 2014. Hon er 18 ára gomul og gongur í løtuni í 1.s á scienceleið við alisfrøði í Hoydølum. Hon býr í Havn.

Ásvør heldur, at Tórshavnar kommuna er ein góð kommuna, ið hevur nógv at gott bjóða bæði ungum og eldri borgarum. Men hóast nógv gott er at siga, so vil altíð vera okkurt, ið vantar í og okkurt, sum kann gerast betri.
 
Ásvør hevur leingi verið áhugað í politikki og gongdini í samfelagnum. Sjálv gongur hon ógvuliga høgt upp í rættvísi, trygd og trivna, sum merkir, at allir aldurs- og samfelagsbólkar skulu sleppa til orðanna og hava góðar umstøður.
 
Umstøðurnar hjá teimum ungu eru ikki altíð nøktandi og verða heldur ikki raðfestar nóg høgt, heldur Ásvør. Tískil er eitt ungdómsráð ein fantastiskur møguleiki til at fáa korini hjá teimum ungu í rætt lag! Ungdómurin er jú hóast alt framtíðin! Ásvør ynskir at verða røddin hjá teimum ungu og ætlar hon at berjast fyri tí, ið ungdómurin ynskir og hevur brúk fyri.

Vitja síðuna hjá Ásvør á Facebook HER.