Drós Ragnarsdóttir


Drós er 14 ára gomul og býr í Havn. Hon hevur serliga trý øki, sum hon fer at arbeiða fyri, verður hon vald í Tórshavnar ungdómsráð.

Betri umstøður til ítróttina
Nógv børn og ung í Tórshavnar Kommuna íðka ítrótt, og hetta er at gleðast um. Umstøðurnar hjá øllum ítróttargreinum eiga at vera góðar og nútímans. Nógv arbeiði verður gjørt sjálvboðið í ymsu ítróttarfeløgunum, og tí eigur Býráðið at virða tað arbeiði og gera sítt til, at umstøðurnar bæði hjá feløgum, venjarum, leikarum og foreldrum verða so góðar sum til ber. Eisini eigur Tórshavnar býráð at bjóða seg fram at vera vertur fyri ymskum norðurlendskum kappingum, soleiðis føroysk ung eisini kunnu kappast móti ungum í okkara grannalondum. Hesum vil eg arbeiða fyri, verði eg vald !

Samansett tilboð í skúlunum

Næmingagrundarlagið í Tórshavnar kommunu er so stórt, at tað má bera til at gera tilboð í framhaldsdeildini sum samantvinna áhuga/ítriv og skúla. Allar kanningar vísa, at ein slík skipan er góð fyri læringina, og tí eiga tiltøk at vera sett í verk, soleiðis at skúlanæmingar í Tórshavnar kommunu fáa henda møguleika sum part av skúlagongdini. Hesum vil eg arbeiða fyri, verði eg vald !

Ungdómskafé í Reinsarínum
Ungdómur millum 14 og 18 ár eigur at hava møguleika at hittast til ymskan hugna sum t.d at hyggja at filmi ella lurta eftir tónleiki ella ymiskt annað í hóskandi hølum. Nú Reinsaríið verður bygt um til spælistað, kundi eitt kvøld hvønn mánað verðið málrættað til henda aldursbólk. Hesum vil eg arbeiða fyri, verði eg vald í Tórshavnar ungdómsráð!