Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard

Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard bjóðar seg fram at umboða ungdómin í Tórshavnar ungdómsráð. Hon er 16 ára gomul og býr í Nólsoy. Hon gongur í Nám-X, og eftir summarfrítíðina fer hon í Hoydalar at ganga í studentaskúla.

Bjørg heldur, at tað er sera áhugavert, at eitt tílíkt ungdómsráð er sett í verk soleiðis, at tey ungu kunnu fáa ávikan á tí politiska økinum og vera við til at menna Tórshavnar kommunu. Tey ungu í Tórshavnar kommunu skulu hoyrast betri og hava størri ávikan.
Eg ætli mær at arbeiða fyri, at ung í Tórshavn, ið eru millum 15 og 18 ár, fáa møguleika at fara ”í býin” í vikuskiftinum.
Eisini er tørvur á einum staði – serliga til tey, ið ikki búgva í Havn. Tey noyðast ofta at bíða leingi, áðrenn tey sleppa heim við báti ella bussi.

Tað eru onnur øki, ið eisini hava tørv á betringum, og eg vil fegin hoyra frá tykkum, um tit hava nakað upp á hjartað.