Gunnhild hansen


Gunnhild Hansen er 21 ár og býr í Hoyvík. Hon tók miðnámsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla í 2011.

Í summar verður hon bachelor í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Seinastu seks mánaðirnar hevur hon verið starvslesandi í Mentamálaráðnum.

Hon hevur í fleiri ár vant børn og ung í drama á Dramaverkstaðnum.

Gunnhild heldur, at tað eru nøkur átøk, sum kommunan skal binda seg til skjótast tilber, so tey ungu fáa enn betri sømdir. Tað, Gunnhild serliga fer at virka fyri, er

- At fáa náttarbussar í vikuskiftinum, so tey ungu koma bíliga og trygt til hús.
- At fáa betri viðurskifti til frítíðarvirksemi í kommununi, so sum tónleikur og sjónleikur, serliga nú musikkskúlin verður reistur.
- At kommunan hevur ung starvslesandi, so tey fáa innlit í kommunalu fyrisitingina
- At byggja lestraríbúðir í samstarvi við Bústaðir

Tað eru nógv onnur øki, ið eisini hava tørv á betringum, og vil Gunnhild fegin hoyra frá tykkum, um tit hava nakað upp á hjartað.

Tú kanst fylgja við Gunnhild á Facebook. Síðan er HER.