Tór Marni Weihe


Tór Marni Weihe bjóðar seg fram at verða partur av Tórshavnar ungdómsráði komandi tvey árini.

Tór Marni er 19 ára gamal og arbeiðir sum ungdómskundaráðgevi í Eik. Hann varð studentur á sumri 2013, og ætlar at lesa víðari, tá ið næmingartíðin er av. Tór Marni hevur verið virkin í politikki síðani, hann gekk í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, og hevur hann eina røð av royndum í ymsum felagsskapum. Til dømis er Tór Marni:

- í kollegiunevndini hjá Tórshavnar kommunu

- nevndarlimur í landsnevnd Unga Tjóðveldsins

- skrivari í PolUng, ið er samstarvsfelagið hjá politisku ungmannafeløgunum í Føroyum

- tiltakslimur í NUF, ið er ungmannafelag, ið virkar fyri norðurlendskum samstarvi

- limur í presidinum í Ungdomens Nordiska Råd, ið er norðurlandráðið hjá ungum



Tór Marni er stigtakari til Tórshavnar ungdómsráð, og metir ikki, at hansara leiklutur er heilt útpældur enn. Tvørturímóti, so er tað nústaðni nú, at vit veruliga kunnu fara til verka.

Valskráin er einføld. Tór Marni lovar einki, ið hann veit, hann ikki kann halda. Men hann lovar hinvegin, at tað, sum hann sigur, ikki verður gloymt, men framt í verki.

Lesið meira um Tór Marna og visjónina fyri Tórshavnar kommunu á síðuni hjá honum á Facebook, ið sæst HER.

Til ber at taka niður valskránna hjá Tór Marna HER

Dømi um hugskot, ið Tór Marni kundi hugsað sær at gjørt til veruleika:

• Bussleiðin skal mennast. Koyrast skal í vikuskiftinum – eisini um náttina.
• Ungdómshús skulu byggjast kring kommununa, soleiðis at ung hava eitt stað at vera
• Lestraríbúðir skulu byggjast og lestrarumhvørvi skal gerast nógv hugnaligari.
• Krav skal vera sett, at byggivirki seta lærlingar, tá ið kommunan bjóðar arbeiði út
• Listaskúli skal byggjast, at virka sum alternativ til mainstream útbúgvingar
• Nýggjur musikkskúli skal byggjast, og tónleikatilboðini í kommuni skulu gerast betri.
• Ítrottafeløgini skulu hava góðar og hóskandi karmar um virksemi teirra