Magnus Heinason Eysturoy


Magnus Heinason Eysturoy er 15 ára gamal og bjóðar seg fram at umboða ungdómin í Tórshavnar ungdómsráði.

Magnus havi trý yvirskipað mál, ið hann fer at arbeiða fyri, tey eru:

• Ungdómurin skal fyrst og fremst trívast.
• Ungdómurin skal hava nakað at gera í Tórshavanar kommunu.
• Ungdómurin skal í tryggum umhvørvi hava eitt stað, har tey kunna avreagera.

Her eru tey serstøku málini, ið Magnus fer at arbeiða fyri.

Ókeypis tannrøkt
Magnus ynskir ókeypis tannrøkt so leingi, ungdómurin gognur í fólka- og miðnámsskúla. Í verandi støðu fært tú bara ókeypis tannrøkt til tú ert 16 ár.

Studningurin, sum tú fært, tá ið tú gongur í miðnámi, røkkur nóg illa til bøkurnar. Um tú ert undir 18 ár, fært tú ongan studning. Tá ið tú gongur í miðnámskúla, er tað sum at hava eitt fulltíðarstarv. Tú hevur næstan ikki stundir at arbeiða, Tað ber als ikki til at áleggja ungum at arbeiða ”eyka” fyri at gjalda fyri eina tannlæknarokning, tá ið tey longu ”hava eitt arbeiði”, sum er skúlin. Hetta fer at gagnast serliga væl hjá teimum fíggjarliga sperdu familjunum.

Multi ungdómshús
Fleiri ung sakna eitt samlingarstað aftan á ein langan skúladag.

Vit ungu vita væl, at vit ikki hava nakað serstakt stað at vera allar dagar í vikuni. Sjálvandi er tað ymisk frítíðarítriv at ganga til - og ein møguleiki er at fara í eitt av ungdómshúsunum. Eg hevði tó viljað, at tað var eitt ungdómshús til ung í aldrinum 16 ár og eldri. Hetta ungdómshúsið skuldi fevnt um mangt og hvat. Millum annað kundi stravsfólk hjálpt til við skúlatingum, umframt at fleiri ymisk tiltøk kundu veirð í húsinum.

Tey ungu skulu sjálvi hava ábyrgdina av húsinum. Har skuldi tó eisini vera nøkur umsjónarfólk ella vaskin starvsfólk.
 
Ungdómshúsið skal verða eitt savningarstað fyri áhugabólkar. Til dømis kundi ungmannafeløg, ítrottafeløg, ung listaáhuga ella bara vanlig ung brúkt húsið til serstøk tiltøk. Ungdómshúsið skal eisini virka sum eitt dansistað til ungu, ið eru undir 18 ár.
Í verandi støgðu er tað einki dansistað til ung undir 18 ár. Hetta kann vera ótrygt og vandamikið hjá ungum. Tí er tað tryggari við einum staði, har tey ungu bert kunnu fara í dans.

Upplivingarøki
Vit ungu hava nógva orku, ið vit skulu brenna av. Í verandi støgðu er tað einki stað, har ung virkuliga kunnu brenna orkuna av. Einki skipað stað har vit kunna gera nakað vilt. Eg haldi, at tað hevði verið eitt feitt hugskot at havt eitt upplivingarøki við ymiskum extrem-ítróttum, til dømis kross koyring, go-kart, klatring/síðing, paintball osv.
Hettar økið skal ikki liggja ov langt frá miðbýnum - hinvegin skal tað liggja tætt við bussleiðina, so at tað ber til at taka buss til og frá staðnum. Økið skal vera so trygt sum gjørligt, so at einki óhapp hendir.

Magnus sigur: " Velur tú meg, so velur tú meg at umboða teg, og hetta kann bert gerast, um tú ert samd/ur ella næstan samd/ur við mær."