Harald Joensen

Harald Joensen er 20 ára gamal. og er føddur og uppvaksin í Tórshavn. Ì fjør fekk hann prógv á Studentarskúlanum í Hoydølum. Síðani hevur hann arbeitt hjá Fa. Vemu Jacobsen, heilsølu sum sølufólk, á Dagstovninum í Øksnagerði sum námsfrøðiligt hjálparfólk og á ungdómshúsinum á Norasta Horni. Afturat hesum arbeiði er hann nevndarlimur í Føroya Fimleikasambandi, Tórshavnar ítróttarráði og í Landsfelagsskapinum Barnabati.

Her eru nøkur av mínum hugsanum og ætlanum, sum Harald vil virka fyri:

1. At vit fáa gjørt ungdómstilboð úti á Argjum.
2. Ìtróttarfeløgini skulu hava betri karmar til ítróttina og virksemi teirra.
3. Eitt kveikjandi lestrarumhvørvi við lestraríbúðum.
4. At børn og ung við serligum tørvi fáa somu ungdómstilboð sum onnur.
5. Tónleikatlboðini skulu gerast betri.
6. Og sum heild skulu vit betra um verandi umstøður og karmar innan barna- og ungdómsøkið.

Tú kanst fylga Haraldi á Facebook HER.

Tín nútíð tín framtíð, X við Harald Joensen