Lydia Sólheim

Lydia er 15 ára gomul, býr í Hoyvík og gongur í 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Lydia heldur, at tað hevði verið betri at verið ungur í Tórshavnar kommunu, um tað var lagt upp til, at tey ungu komu oftari saman og høvdu tað stuttligt. Hetta kann t.d. gerast upp á hesar mátar:

1. Eitt stað ætlað teimum ungu millum 14-17 ár. Serliga í vikuskiftinum manglar eitt stað fyri ung. Um vit fingu eitt stað, ið lá væl fyri í býnum og var hugnaligt inni, hevði sjálvandi verið upplagt at brúkt tað gerandisdagarnar eisini. Gerandisdagarnar kundi verið ein hugnalig café. Eisini skuldi nýggja ungdómsstaðið stuðlað teimum ungu í at vera kreativ, soleiðis at ungir sangarar ella tónleikabólkar høvdu møguleika at hava smáar konsertir, og ung listafólk kundu hava eitt nú málningaframsýningar ella aðrar listaframsýningar.

2. Fleiri afturvendandi tiltøk fyri ung. Gerandisdagarnar eru mong upptikin av skúla, ítrótti, arbeiði og øðrum, og tí eru vikuskiftini væl egnaði til slík tiltøk. Hetta letur upp møguleikar hjá teimum ungu at koma at kenna nýggj fólk og fáa fleiri vinfólk; og at hava góðar vinir økir heilt klárt um trivnaðin hjá tí einstaka. Eisini er tað upplagt, at tónleikabólkar mannaðir av ungum fólki fáa møguleika at royna seg tá. Um vit hyggja aftur, eru nógvir av teimum stóru føroysku bólkunum byrjaðir við at spæla á ymsum dansistøðum. Tí haldi eg eisini, at grundarlag er fyri at siga, at hetta hevði somuleiðis ment tónleikin í Føroyum. Eisini hevði verið stuttligt at skipað fyri stórum veitslum av og á, hetta kundi eitt nú verið við einum ’tema’ hvørja ferð, til dømis Disco, Casino, maskuball o.s.v.

Hetta er mítt høvuðsmál, hetta fevnir sjálvandi mest um tey sum eru undir 18 ár, og sjálv meti eg eisini, at tað er tann aldursbólkurin, sum eg havi størsta møguleika at betra umstøðurnar hjá.

Grundgevingin fyri, at eg bjóði meg fram at umboð ungdómin í ungdómsráðnum, er, at eg vil gera mítt fyri, at vit skulu hava ein so góðan ungdóm sum gjørligt. Vónandi vilja tit atkvøða fyri mær og geva mær møguleika fyri hesum.