Hanna Vang


Hanna er 18 ár og gongur á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Nøkur mál, hon vil arbeiða fyri, um hon verður vald inn í Tórshavnar ungdomsráð eru:

• Listaskúli skal byggjast.

• Fleiri støð til tey ungu í frítíðini, har áhugin kann vekjast fyri t.d. tónleiki, sjónleiki, filmslist og øðrum áhugamálum.

• Seta kanningar í verk fyri at kanna trivnaðin millum tey ungu í Tórshavnar kommunu, eins og Eldraráðið er í ferð við at gera.

• Bíligar íbúðir til lesandi skulu byggjast, og umstøðurnar á skúlaheimunum skulu betrast.

Vitja síðuna hjá Hannu á Facebook HER.