Eyðun Poulsen


Eyðun Poulsen er 17 ár og býr á Argjum. Tú kanst fylgja við Eyðuni á Facebook. Síðan er HER.

Niðanfyri grundgevur Eyðun Poulsen fyri sínum hugsjónum. Eyðun er:

- næmingur á Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum, har hann eisini situr í Næmingarráðsnevndini.
- nevndarlimur í HUXA og er tí ikki heilt ókendur í politiska landslagnum.
- næmingur í Tórshavnar Musikkskúla, og tað hevur hann verið í 9 ár.
- í starvi sum krambúðarkallur í Føroya Keypsamtøku, so hann kenni tað, at ein brotpartur av lønini fellur burtur í skatt.
- stjórnarumboð í Føroya Ungdómsráði.

Sum næmingur í Tórshavnar Musikkskúla sær Eyðun, hvussu karmarnir í tónleikalívinum hjá ungum í kommununi einans versna.Tí sigur Eyðun:

• Eg haldi, at vit áttu at hækkað botnfrádráttin hjá lesandi (lærlingar við) frá kr. 30.000 til kr. 50.000.

• Eg haldi, at vit áttu at havt náttarbussar í miðbýnum. Tað er ósømiligt, at um tú býrt uttan fyri Ringvegin, skalt gjalda kr. 120 fyri at sleppa heim.

• Eg haldi, at tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at vit høvdu ein listaskúla í Tórshavn. Tað eru ikki einans tey, ið duga væl at skriva stílar og at rokna, ið skulu sleppa at ganga í skúla. Her skal vera pláss fyri øllum.

• Eg haldi, at vit áttu at havt ungar tónleikarar - sum meg sjálvan - meira blandaðar upp í nýggja musikkskúlan, sum skal byggjast, soleiðis at karmarnir eru sum bestir. Skúlin skal ikki bara verða eitt byggilistarligt bragd - hann skal fyrst og fremst vera sera væl egnaður til undirvísing og samanspæl.

• Eg haldi, at vit áttu at opnað lektiucaféir fyri ungum lesandi í Tórshavnar kommunu, sum eru opnar aftaná skúlatíð. Har kanst tú sita og njóta ein kopp av kaffi við vinfólki, ella tú kanst sita í hinum endanum og fáa hjálp at gera skúlating. Har verða sjálvandi eisini fólk, ið eru før fyri at nøkta øllum tørvum.

• Eg haldi, at kommunan átti at tikið meira ábyrgd fyri ungum. Kommunan skal skipað fyri fleiri tiltøkum, m.a. barnadiskoteki.


.