Umhvørvisvikan 2014


Matoyðsl var ovast á breddanum í Umhvørvisvikuni, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri í døgunum 3. til 10. mai, og sum hevur fingið undirheitið ”Oyðsl er spell.”

Ársins umhvørvisvika í Tórshavnar kommunu verður sett á Vaglinum leygardagin 3. mai kl 11.

Skipað verður fyri rúgvu av tiltøkum í sambandi við Umhvørvisvikuna 2014. Talan verður um gongutúrar, umhvørvisveiðu, teknikapping, grilltúrar, temakvøld um kompost, sniglar, køkshavar og avroð, - og eisini verða ruddingardagar.

Sambært tølum hjá ST-stovninum FAO eru 925 milliónir fólk kring heimin, sum svølta. Samstundis metir sami stovnur, at meir enn 30 prosent av heimsins matvøruframleiðslu endar sum burturkast.

Selina Juul, sum í fjør fekk Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt stríð móti matoyðsli, verður gestur á Umhvørvisvikuni og fer leygardagin 3. mai at hava fyrilestur um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr okkara mati og tí, sum ofta verður burturbeint.

”Eg eri sera fegin um, at tað er eydnast at fáa Selinu Juul til Føroyar. Evnið í Umhvørvisvikuni er sera aktuelt beint nú, tí vit liva í einum ”brúka-og-blaka-burtur samfelagi,” og tí halda vit tað hava týdning at seta fokus á hetta evnið,” sigur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu.

Í 2008 stovnaði Selina Juul rørslu, sum av álvara hevur sett matoyðsl á breddan í samfelagnum, og Selina Juul hevur fingið fleiri heiðrar fyri sítt arbeiði.

Fleiri onnur tiltøk eru eisini í Umhvørvisvikuni. Temakvøld verður í Öström um køkshavar og kompost. Plantumarknaður verður í Miðbýnum, og afturvendandi tiltakið ”Plantið eitt træ” verður eisini í Umhvørvisvikuni.

Skipað verður eisini fyri ymsum gongutúrum við ferðaleiðarum, og so verður eisini farið í sniglakríggj. Umhvørvisvikan endar leygardagin 10. mai við stórum felags ruddingardegi.

Visit Tórshavn samskipar Umhvørvisvikuna vegna kommununa. Tit eru vælkomin at venda tykkum til Visit Tórshavn á tel. 30 24 25 við spurningum. Nærri útgreinað skrá kemur seinni.

Tak niður skránna
Til ber at taka niður skránna fyri Umhvørvisvikuna 2014 HER.
Plantupakki
les um planturnar
Umhvørvisvikan
á Facebook
Ruddingardagar
Les meira
Samband
Hevur tú spurningar viðvíkjandi Umhvørvisvikuni kanst tú seta teg í samband við

Súsonnu Sondum
susanna@torshavn.fo
tel. 22 70 39

Snarskivan
Vaglið · Postboks 32
110 Tórshavn