Umhvørvisveiða

Margarinfabrikkin er aftur í ár karmur um umhvørvisveiði fyri børnini. Tiltakið verður fyriskipað sum ein postarenning nærhendis Margarinfabrikkini við ymsum spurningum um endurnýtslu og matspill.

Høvi verður eisini hjá børnunum at planta sína egnu plantu at hava heim við, umframt at børnini fáa kakao og bollar, tá veiðan er av.

Umhvørvisveiðan verður í døgunum mánadagin 5. mai til fríggjadagin 9. mai 2014, allar dagarnar frá kl. 10-15. Dagstovnar og skúlaflokkar kunnu tekna seg til umhvørvisveiðina antin kl. 10, 12, 14 hesar dagar.

Tilmelding á fabrikkin@torshavn.fo ella á tel. 29 21 17