Stórar verkætlanir

Fleiri stórar verkætlanir eru í løtui í gerð ella í umbúna í Tórshavnar kommunu. Hesar fara allar at gera tað bæði lættari og enn meira spennandi at búgva í miðstaðnum. Summar verkætlanir eru privatar, aðrar almennar og aftur aðrar kommunalar. Felags fyri útbyggingarnar er, at tær gera tað ómakaleyst at virka og búgva í Tórshavnar kommunu.



Tórsvøllur


Arbeitt verður av fullari megi við útbyggingini av tjóðarvølli okkara, Tórsvølli. Í september 2014 vóru 900 nýggj sitipláss tøk við suðurendan. Hesi eru undir taki sum tey fyrstu á Tórsvølli.

Arbeiðið at byggja nýggja FSF-bygningin er bara eitt av fleiri byggistigum í umfatandi útbyggingini og menningini av Tórsvølli. Næsta byggistig fatar um eystaru síðu á vøllinum. Tak verður lagt yvir áskoðaraplássini, og aðrir hentleikar verða eisini gjørdir. Stigvíst verður Tórsvøllur soleiðis mentur til ein leikvøll í hægsta altjóða flokki.



glasir

Umstøðurnar hjá ungdóminum at lesa á miðnámsskúlastigi vera í heimsflokki, tá ið Glasir verður tikin í nýtslu í 2019.

Bygningurin verður 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.300 næmingum. Glasir verður skipaður við studentaskúla, handilsskúla og tekniska skúla. Byggingin verður evnað til soleiðis, at undirvísingin verður skipað eftir einum skapandi og nýhugsandi leisti. Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, verður Glasir bygdur eftir smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika. Partar av skúlanum vera opnir fyri næmingum alt samdøgurið.



Eysturoyartunnilin

Føroya størsta samferðsluútbygging stendur fyri framman. Eysturoyartunnilin verður bygdur, tí landið skal verða knýtt betur saman. Í seinnu helvt av 2019 verður koyrandi undir Tangafjørð. Tá fer tað einans at taka 15 minuttir at koma úr høvuðsstaðnum til Skálafjørðin - til frama fyri vinnulívið og borgarar í Tórshavnar kommunu.



Eystara bryggja

Virksemið á Eystaru bryggju veksur støðugt. Tí fer Tórshavnar havn at byggja út Eystaru bryggu fyri 350 mío. kr. Við hesum veksur kommunan um bingju- og ferðafólkaflutningin og ger tað gjørligt fyri eina møguliga oljuvinnu at nýta Eystaru bryggju. Umstøðurnar fyri verandi virksemi verða betraðar munandi – og hetta fer at gera tað lokkandi fyri nýtt virksemi at søkja havn í høvuðsstaðnum.