Ruddingardagar


Eins og í fjør verður Ruddingardagurin skipaður á tann hátt, at tey, sum luttaka, skulu melda seg til og verða síðani við í einum lutakasti um ein trivnaðarpakka á virði kr. 20.000,-. Treytin er, at ein bólkur við minst 10 og í mesta lagi 30 persónum verður meldaður til, at útlutaða økið verður ruddað og at bólkurin sendir 3-5 myndir frá degnum á uv@torshavn.fo.

Tilmelding er á uv@torshavn.fo innan 1. mai.

Ruddingardagur fyri skúlar, barnagarðar, virkir og stovnar v.m. 9. mai
Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 frá mánadegnum til og við fríggjadagin, kl. 08.00-15.00.
Tá liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann tel. 25 40 10 (Tórshavn) og tel. 25 40 03 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini millum kl. 10.00-17.00.
Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Hest, Velbastað, Kirkjubø, Norðradal, Havnardal og Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.

Almenni ruddingardagurin fyri eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og øll onnur 10. mai
Ruskposar kunnu avheintast á Gomlu Sløkkiliðsstøðini í Varðagøtu 5 frá mánadegnum til og við leygardagin, kl. 08.00-15.00.
Tá liðugt er at rudda, kunnu ruskposarnir setast fram við vegnum og ringjast kann tel. 25 40 10 (Tórshavn) og tel. 25 40 03 (Kollafjørður) fyri at fáa posarnar avheintaðar. Ruskposarnir kunnu eisini avhendast á kommunalu brennistøðini, millum kl. 10.00-17.00, tyrvingar- og jarnplássið er opið frá kl. 10.00-16.00.
Bingjur verða settar á hesi øki: Nólsoy, Kollafjørð, Kaldbak, Hvítanes, Hest, Velbastað, Kirkjubø, Norðradal, Havnardal og Skálatrøð. Á bygd eru ruskposar at fáa við bingjurnar.

Plantið eitt træ
Til ber hjá skúlum, virkjum og stovnum í kommununi at fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost til uv@torshavn.fo. Eigarafeløg, ítróttarfeløg, skótar og tílíkir felagsskapir kunnu eisini fáa ókeypis plantur í umhvørvisvikuni við at senda teldupost til uv@torshavn.fo.