Ynskir tú at fáa pláss í Nýskapanarhúsinum Hugskotið, verður tú biðin um at fylla hesa virkisætlan út soleiðis, at vit kunnu meta um títt hugskot og tørvin á vegleiðing.

Hevur tú longu gjørt eina virkisætlan ella á annan hátt skrivað niður tíni hugskot og tínar ætlanir, kanst tú senda tað í staðin.

Tú kanst eisini nýta hesa virkisætlan til at gera tær nakrar tankar um títt hugskot. Tað hevur stóran týdning, at tú hevur umhugsað spurningarnar, sum eru settir í virkisætlanini, áðrenn tú fert í gongd við at gera títt hugskot til veruleika.

Virkisætlanin verður send og viðgjørd í trúnaði.

Eru spurningar ella ivamál, set teg so endiliga í samband við Jónhild Rasmussen, umsitara í Hugskotinum á jonhildr@torshavn.fo ella telefon 239333.