Bygging og byggiloyvi


Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast byggideildini hjá kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging, fyrrenn byggiloyvi fyriliggur. Tað er umráðandi, tá ið søkt verður um byggiloyvi til nýbygging og/ella umbygging, at tekningar og útrokningar verða gjørdar av fólki við neyðugum førleika. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.

Hvussu skulu tekningar gerast? Tú finnur dømi HER.


Byggideildin hevur byggieftirlitið undir hond og viðger allar umsóknir, sum koma inn.

Øll bygging í kommununi skal fara fram eftir reglunum í byggisamtyktini, sum er galdandi fyri tey ymsu økini í kommununi.


Tá ið húsini eru liðug, sýnir byggideildin tey saman við Brunaeftirlitinum, so ein byggiváttan kann verða givin. Hetta er ein váttan, sum sigur, at húsini eru gjørd sum ásett í byggiloyvinum. Tá ið henda váttan er givin, kunnu lánistovnarnir avgreiða endaligu fíggingina av byggingini.
Faldari
Tórshavnar kommuna hevur gjørt faldaran „Sethúsabygging“, sum er vegleiðing um, hvussu farið verður fram, tá ið søkt verður um byggiloyvi. Les faldaran HER.

Stuðul til bygging og umvælingar í deildarøkinum A. Les faldaran HER.