Gongutúrar


Fleiri gongutúrar eru á skránni komandi dagarnar í sambandi við Umhvørvisvikuna 2014. VisitTórshavn skipar fyri túrunum. Týsdagin og fríggjadagin eru túrar í høvuðsstaðnum. Og hósdagin verður skipað fyri gongutúri á Hvítanes.

Niðanfyri sæst yvirlit yvir túrarnar hesa vikuna. Allir túrarnir eru ókeypis.

Týsdagur 06. mai
kl. 19.00 Gongutúrur gjøgnum frílendið Boðanes - Hoydalar. Vit møtast við Gróðurstøðina. Tróndur Leivsson greiðir frá ætlanunum hjá Tórshavnar kommunu. Túrurin er ókeypis

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25

Hósdagur 08. mai

kl. 19.30 Gongutúrur kring Hvítanes. Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara. Vit møtast við bussskýlið og ganga eftir teimum nýggju gøtunum út á nesið og síggja, hvar fólk hava tikið sand til at byggja eitt nú múrin í Kirkjubø. Bussleið nr. 2 koyrir úr Steinatún kl. 19.15. Túrurin er ókeypis

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25

Fríggjadagur 09. mai
kl. 15.00 Gongutúrur í Tinganes har føroyingar hildu ting hvørt summar. Høvi verður at vitja í Munkastovuni, sum er elsta húsið í Havn. Farið verður frá VisitTórshavn. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25