Evniskvøld í Öström


Mikukvøldið 7. mai kl. 19 verður evniskvøld í Öström. Tiltakið er partur av Umhvørvisvikuni 2014. Trý fólk fara at bera fram tríggjar grønar boðskapir.

Petrica (Disa) Christiansen fer at tosa um ókrút og aðrar mat/gagn plantur.

Richa B. Richardsdóttir fer at tosa um føroyskar rávørur, avroð og um partar av slaktinum, sum mangan verður burturbeint.

Heini Joensen greiðir frá, hvussu tú kanst gera sankutøð úr matleivdum og ruski úr garðinum.

Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar. Tiltakið er ókeypis.