Grøna virðislønin 2014

Tórshavnar Kommuna handaði grønu virðislønina 2014 til Gongufelagið í Havn. Felagið hevur seinastu nógvu árini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa fólk at røra seg.

Gongufelagið byrjaði í 1993 og hevur ótroyttiliga hildið áfram at bjóða gongutúrar alt árið. Í dag er vanligt at ganga, og eru ferðafólk eisini javnan at síggja. Gongufelagið eigur lut í jaliga rákinum, nú støðugt fleiri ganga alt árið.

Í grundgevingini fyri at lata Gongufelagnum í Havn grønu virðislønina sigur dómsnevndin:

”Túrarnir inni í Havnini og rundanum hava ofta okkurt søguligt innihald. Vit hoyra beinasom heimildarfólk greiða okkum frá gomlum staðarnøvnum ella søgum, ið hoyra teimum ymsu støðunum til - og tað kennist altíð nýtt og spennandi at ganga, tá slíkir túrar eru á skrá.”

Gongufelagið hevur frá fyrsta degi lagt stóran dent á at sýna góðan atburð í haganum. Felagið miðar eftir ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi og ongantíð at lata rusk liggja eftir, men heldur taka upp órudd, sum gongufólkið kemur framá. Gongufelagið fer ongan túr uttan at spyrja eigaran um loyvi at ganga í haganum.


Sigrún Mohr, býráðslimur, handar Kjartani Kristiansen frá Gongufelagnum í Havn virðislønina.