Grøna gávan frá Etika 2014

Vælumtókta sendingin Spískamarið fekk Grønu gávuna frá Etika 2014.

Hetta er fimta árið á rað, matstovan Etika letur Grønu gávuna. Síðani matstovan á fyrsta sinni bjóðaði føroyingum at eta fyrstafloks sushi við føroyskum rávørum, hevur matstovan latið kr. 214.116 til endamál umhvørvinum at gagni.

Niðanfyri eru grundgevingarnar hjá dómsnevndini fyri at lata Spískamarinum Grønu gávuna 2014:

"Tit hava skapt eina sending, sum sameinir upplivingar í náttúruni, veiðimentan, bygdarlív, urtagarðshald, villan plantuvøkstur, vanliga føroyska matmentan og gourmet mat á hægsta stigi.

Talan er um eina matmentanarsending, har høvuðsdentur ikki bara er lagdur á góða rávøru, men alla ta einastandandi rávøru, vit finna í føroysku náttúruni. Tit hava víst føroyingum, at til ber at brúka føroyskar rávørur á ein nýggjan og spennandi hátt.

Vit hitta veiðimannin, bóndan, fiskimannin og urtagarðsfólkið, bygdamannin og bygdakonuna. Vit fara í bjørgini, í hagan og á sjógvin. Vit fylgja rávøruni frá tí hon verður fingin úr náttúruni, til hon verður sett á borðið. Siðbundið føroyskt tilfeingi verður matgjørt sum vit aldri hava sæð tað áður við kryddurtum og øðrum, vit valla vistu um.

Sendingin er prógv um ótroyttar møguleikar, og at vit eiga eitt forkunnugt og fjølbroytt tilfeingi í føroysku náttúruni. Hartil er sendingin útflutningsvøra, framleidd á høgum støði, sum ikki stendur aftan fyri nakra av teimum útlendsku."

Peningur fyri sølu av vatni á Etika verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál.

Tey, ið hava fingið Grønu gávuna frá Etika, eru:

2010 Finnbogi Joensen, kr 33.088
2011 Føroya Prent, kr 42.320
2012 Anna Louisa Joensen, kr 45.644
2013 Reinhaldið í Tórshavn, kr 46.094
2014 Spískamarið, kr 46.970