Trivnaðarpakkin

Ert tú við í ruddingardegnum, ert tú samstundis við í einum lutakasti um ein trivnaðarpakka áljóðandi kr. 20.000.

Vel millum hesar vinningar:



Sús - Vestmanna
Vinnaranir fáa høvi at koyra ATV á bana, og síðani verður farið niðan í Gjógvará at klatra. Í Gjógvará fáa luttakarnir klatrisela, hjálm og aðra útgerð. Tey, ið ikki ynskja at klatra, fáa ein frálíkan túr, bert at ganga niðan í Gjónna.
Eftir at hava klintrað gongur leiðin oman í kappróðrarneystið, har heitir pottar bíða.
Við kappróðrarneystið ber til at leypa á sjógv um áhugi er fyri tí og síðani í pottarnar aftur. Í kappróðrarneystinum eru skiftirúm og brúsur.
Eftir ein góðan dag, verður endað við einum góðum døgurða.
At hava við: Regnklæði, gummistyvlar, skiftiklæðir og handklæði. Sí www.sus.fo
Coast Zone

Vinningurin kann vera ymiskur, alt eftir hvør vinnarin er



Norðlýsið við Birgir Enni
Til ber at sigla ein túr við 30 fólkum í 8 tímar við mati. Møguleiki er at fara út í Koltur, Hest, til Dímunar ella aðrastaðni eftir ynski.
Matur verður gjørdur úr fiski ella kjøti alt eftir ynski, og eisini er okkurt serligt til børnini. Við á túrinum eru tvær weber gass grillir, sum til ber at hava við í land, um vinnararnir til dømis vilja eta í landi í Koltri ella aðrastaðni.
Vit hava rækjur av íslandsrygginum, øður, kongafisk, Enniberg fløk, sum verða stokt á pannuni.
Vinnararnir kunnu sjálvir seta matarskránna saman eftir ynski. Eisini ber til at sleppa inn í Klæmintsgjógv. www.nordlysid.com
Sjóferðir við spf Skúvadal
Kl. 09.00 avheinting í Havn
Kl. 10.00 túrur undir Vestmannabjørgini ella Trøllkonufingur, alt eftir veðrinum
Kl. 12.00 góðan frokost á matstovuni Fjørukrógvin
Kl. 13.00 vitjan á Søgusavninum
Kl. 14.00 bussur fer aftur til Havnar
Annar møguleiki er at fara í land á Slættanesi, men tað krevur rættiliga gott veður, tí umstøðurnar at leggja at eru vánaligar har. www.puffin.fo



Hoydalar:
í Hoydølum eru góðir møguleikar at skipa fyri tiltøkum har bæði børn og ung kunnu taka lut. Tiltøkini eru:

Træklatring, rennistrong um Boðanesgjógv, kajakrógving og loysa felagsuppgávur
Gjógv:

Í Gjógv verða fyriskipaðir aktivitetir til bæði ung og vaksin

Túr í fjøllunum nærhendis, rennistrongur oman gjøgnum gjónna, enda á sjónum - ílatin turrdraktum frá Coast Zone - síga niður í gjónna, leypa á sjógv frá ymsum hæddum og svimja ígjøgnum gjónna

Øll kunnu luttaka í hesum aktivitetum. Higartil er tann elsti sum hevur verið ígjøgnum er 70 ár



Hestur:
Hestur er eitt serstakt stað at geva fólki upplivingar og avbjóðingar í

Vitjað verður í bygdini og gingið verður um oynna, yvir til Álvugjógv har gjógvin sæst úr hæddini. Leiðin heldur á fram til Lendingagjógv, har vit síga niður á helluna. Luttakaranir verða ílatnir turrdraktir, leypa á sjógv og svimja yvir til bátin. Siglt verður inn í Húsagjógv og svomið verður út gjøgnum Trongugjógv. Síðan gongur leiðin yvir til fuglabjørgnini, har vit stillisliga vitja óspiltu verðina við at klatra úr sjónum upp á helluna. Á helluni uppliva tey Álvugjógv úr neðra.