FLYTING

FLYTING Í KOMMUNUNI
Fólk, sum skifta bústað í Tórshavnar kommunu, skulu boða Snarskivuni frá flytingini.

FLYTING ÚR NORÐANLANDI Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU
Verður flutt úr einum Norðanlandi í Tórshavnar kommunu, skal flytingarskjal fyllast út. Tak niður skjalið HER. Minst til at hava norðurlendska p-talið við tær í Snarskivuna.

FLYTING ÚR TÓRSHAVNAR KOMMUNU Í NORÐANLAND
Verður flutt úr Tórshavnar kommunu í eitt Norðanland, skal boðast frá hesum í kommununi, flutt verður í.

FLYTING ÚR ØÐRUM LANDI ENN NORÐANLANDI Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU
Verður flutt úr einum landi uttan fyri Norðanlond í Tórshavnar kommunu, skal flytingarskjal fyllast út í Snarskivuni. Tilflytarar, sum ikki áður hava búð í Føroyum, skulu hava pass og avrit av arbeiðs- og uppihaldsloyvi við í Snarskivuna. Ert tú gift/ur uttanlands, skal avrit av giftiskjali takast við.

FLYTING ÚR TÓRSHAVNAR KOMMUNU Í ANNAÐ LAND ENN NORÐANLAND
Verður flutt úr Tórshavnar kommunu í land uttan fyri Norðanlond, skal boðast frá í Snarskivuni.

Tá tú flytur heim
Flytur tú í Tórshavnar kommunu úr einum Norðurlandi, skalt tú fylla út skjal um tilflyting.
Samband
Kommunala Fólkayvirlitið
Snarskivan
Vaglið
100 Tórshavn
tel 30 20 10
fax 30 20 11
teldupostur: torshavn@torshavn.fo