Kunning
Gjørt verður vart við, at tiltøk, sum ætlanin er at hava kommunalum øki, vegum, parkeringsplássum, fríøkjum o.l. sum liggur uttan fyri dagliga virksemið í býnum, skulu hava loyvi frá kommununi og løgregluni. Tískil skal søkjast um ólavsøkuloyvi frá kommununi við at nýta umsóknarblaðið nevnt „Ólavsøkuloyvi“ á sjálvavgreiðsluni á torshavn.fo. Verður umsóknini gingin á møti, verður tiltakið tikið við í skránna.