Tórshavnar Marathon 2016


Stongdir vegir eru at síggja HER.

Tórshavnar Marathon 2016 er leygardagin 4. juni. Talan er um eitt sera stórt tiltak við útlendskari luttøku.

- Tað er sjálvandi ein avbjóðing fyri okkum í Tórshavnar kommunu, at vit skulu ganga ella taka súkkluna hesar tímarnar, marathon er á skránni. Men hava tey marathon í New York, Berlin, London og nógva aðrastaðni, so klára vit eisini at bjóða fólki eitt dygdargott marathon í Havn, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Duga vit væl at selja hetta, so kunnu nógv ferðafólk koma hendavegin. Og vit síggja nógvar góðar og stórar møguleikar í hesum, sigur hann víðari.

Renningin verður skipað dagin eftir Mentanarnáttina soleiðis, at gestir í býnum fáa eina stóra uppliving. Nógv undirhald og nógvir áskoðarar vera eisini í býnum. Byrjað og endað verður á Vaglinum.

Marathon í Føroyum serstakt

Jóhan Simonsen frá Bragdinum greiðir frá, at hópur av fólki ferðast kring heimin at renna marathon. Men tað er nakað serstakt at renna í Føroyum. Í Bragdinum hoyra tey longu nú um, at fólk reypa vítt og breitt, at tey hava runnið í Føroyum.

- Vit hava so nógvar fyrimunir. Tí hetta er so serstakt. Nógvir rennarar ferðast fyri at renna góð og øðrvísi marathon. Útlendingar eru vanir við býarmarathon við háhúsum á báðum síðum, men her hava vit náttúruna við, og tað er nakað heilt fyri seg. Meðan føroyingar t.d. grenjaðu um áarføri, so frøddust útlendingarnir um fossarnar, sum spríktu út á Kaldbaksvegin, sigur Jóhan Simonsen.

Umfatandi fyrireiking

Tórshavn Marathon verður runnið fyri trettandi ferð í ár. Nógvir vegir eru stongdir í styttri og longri tíðarskeið henda dagin. Byrjað verður at stongja kl 09 og onkrir vegir eru stongdir í 6 tímar. Heitt verður á fólk um at tilrættaleggja dagin soleiðis, at tey ikki nýta bilin. Bussarnir koyra.

- Við tíðini verður hetta eitt altjóða event, og tað er ein styrki, at tað verður lagt, tá mentanarnáttin er, sigur Theresa T. Kreutzmann frá Visit Tórshavn.

- Tað krevur ómetaliga nógv at samskipa eitt marathon. Her er sera nógv fyrireiking neyðug. Millum 60 og 70 vaktir eru á rutuni. Fleiri enn hundrað fólk eru við í fyrireikingunum, sigur Jóhan Simonsen høvuðsfyrireikari, sum eggjar býarpørtunum at heppa, tá ið rennararnir renna fram við teirra øki.

Heitt verður á fólk um at fylgja við, nú lýst verður um nær og hvar, runnið verður, og nær og hvar vegirnir eru stongdir og hvussu bussarnir koyra.

Myndina omanfyri hevur Einar Vang tikið. Fleiri myndir eru at síggja her.
Vegir stongdir
Soleiðis eru vegirnir stongdir leygardagin 4. juni í Havn og Kollafirði. Hygg her