Ferðslan á ólavsøku


Ferðslan er broytt á ólavsøku. Høgrumegin sært tú neyv kort yvir,  hvar og nær ferðsla er loyvd í miðbýnum á ólavsøku.


Fríggjadagin, 22. juli, kl. 08.00 – 24. juli, kl. 10.00 er Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu og oman á Vaglið stongd. Pallur og útgerð til Tórsfest verður sett upp og tikin niður.

Mikudagin 27. juli, kl. 08.00 - 30. juli, kl. 12.00 er Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið stongd. Prideskrúðgongan endar á Vaglinum, og sølutjøld og -vognar verða settir á pláss. 

Mikudagin 27. juli, kl. 18.00 - 30. juli, kl. 12.00 er Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman í Vágsbotn stongd. Sølutjøld og -vognar verða settir á pláss.

Mikudagin 27. juli, kl. 18.00 - 20.00 er Myllnugøta, Skálatrøð og økið undir Bakka stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni.

Mikudagin, 28. juli, kl. 13.00 - 14.00 er Tróndargøta frá Sjúrðagøtu og oman til Kongagøtu stongd fyri ferðslu. Gjørt verður klárt til skrúðgonguna. 

Mikudagin 28. juli, kl. 12.00 - 30. juli, kl. 12.00 er Niels Finsensgøta frá Sjónleikarahúsinum og oman á Vaglið, Áarvegur, Myllnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Skálatrøð stongd. Undantikið hýruvognar, Bussleiðina og Bygdaleiðir er ferðsla ikki loyvd tvørturum Niels Finsensgøtu á vegamótinum Bøkjararbrekka/Steinatún hetta tíðarskeið. Ólavsøkan er á skránni.

Týsdagin 28. juli, kl. 14.00-19.00 er Eystara Bryggja, Havnagøta til Jónas Broncks gøta stongd. Kappróður er á skránni.




Ferðslukort
Fríggjadagin 22. juli kl. 8.00
til 24. juli kl. 10.00



Mikudagin 27. juli kl. 8.00
til 28. juli kl. 12.00



Hósdagin 28. juli kl. 12.00
til 30. juli kl. 12.00