Trygd

Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna fyri vaktarhaldi. Um kvøldi og náttina ólavsøkuaftan og -dag ganga vaktir kring býin og hava eftirlit við sølubásum, pallum og lutum.

Somuleiðis ganga samarittarar hjá Reyðkrossi runt í býnum, so til ber at veita skjóta hjálp, har tørvur er á tí.
Midnáttarsangur á Vaglinum
Undir miðnáttarsanginum verður skipað fyri serligum trygdarátøkum. Samarittar eru staðsettir kring vaglið, sjúkrabilar eru tøkir nærhendis og umboð fyri løgregluna og sløkkiliðið eru á loftinum á ráðhúsinum og eygleiða støðuna, so boð kunnu gevast beinavegin, um okkurt skuldi verið áfatt.

Undir midnáttarsanginum standa samarittarnir á hesum støðum:



Telefon 283629 ella 112

Økið framman fyri Gamla Bókahandil er sett av til foreldur við barnavognum og smábørnum. Ansið væl eftir tykkum og tykkara næstrafólki.