Bátapláss


Vilt tú hava pláss til bátin hjá tær, skalt tú venda tær til Tórshavnar Havn, sum umsitur bátaplássini.

Umleið 710 bátapláss eru í kommununi. Flestu teirra eru í Havn og á Argjum, tilsamans 552 pláss.

Í Kollafirði og Signabø eru 74 pláss, í Nólsoy 25, í Kaldbak og Kaldbaksbotni 13, á Gomlurætt 20 og í Hesti eru 16 pláss.

Søkir tú um bátapláss, mást tú brynja teg við toli. Umleið 250 umsøkjarar bíða eftir bátaplássi í løtuni, og ikki er óvanligt at bíða eini 8 ár eftir plássi. Bátapláss kann verða ”arvað” í beinari linju. Tað vil siga, at børn kunnu taka yvir bátapláss, sum foreldrini hava havt.

Fólk á bíðilistanum lata 2000 krónur í trygd fyri at standa á bíðilista. Peningurin verður goldin aftur, tá ið bátapláss er tøkt.

Bátaeigari, sum fær játtað bátapláss, skal eiga hálvpart ella meir í bátinum, sum brúkar plássið. Tú kanst vanliga bara søkja um bátapláss í tí bygdini/býnum, har tú býrt. Íbúgvar í Havn kunnu ikki fáa bátapláss í t.d. Nólsoy ella Kollafirði og øvugt.

Meira kunning um treytir o.a í sambandi við umsókn um bátapláss fæst við at lesa reglugerðirnar fyri bátapláss HER.
Søk um bátapláss
Tú kanst søkja um bátapláss á síðuni hjá Tórshavnar havn. Umsóknarblaðið og onnur kunning er at finna HER.
Kunna teg nærri
Nærri upplýsingar um bátapláss fáast hjá Tórshavnar havn:

Tórshavnar havn
Eystara Bryggja
100 Tórshavn

Telefon 31 17 62

T-postur: port@torshavn.fo
Netsíða: portoftorshavn.fo