heimið við Vallalíð


Heimið er ætlað fólki við minnissvinni. Á heiminum búgva 16 fólk.

Heimið varð bygt í 2005 og liggur væl fyri við sera góðum útsýni yvir býin og Nólsoyarfjørð. Vit hava ein hugnaligan garð, sum er lætt atkomuligur. Eisini hava vit ymisk djór, so sum hønur, dunnur, kettur og tvær geitir.

Vit hava tvær lonir, Fagralon og Bjartalon, átta kømur eru í hvørjari lon. Øll hava hvør sítt stórt kamar við egnum baðiverilsi. Vit hava felagsøki í báðum lonum, har køkurin er hjartað í rúminum. Allur matur verður gjørdur í húsinum. Umframt hetta hava vit eitt sansirúm, har vit bjóða ymiskar stimbrandi viðgerðir.

Á Vallalíð starvast ein blandaður hópur av fakfólki: sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar, ein ítrivsvegleiðari, ein húsavørður og vaskifólk. Eisini samstarva vit við fysioterapeutar og ergoterapeutar. Vit leggja stóran dent á tað tvørfakliga samstarvið. Eisini samstarva vit við Degnshús, Demensklinikkina, Vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi, hini heimini í kommununi, barnagarðar, skúlar og onnur tilboð í kommununi.

Virðisgrundarlag
Á Vallalíð eru umsorgan og trivnaður lyklaorð. Vit stremba eftir, at øll húsfólkini fáa ein virknan gerandisdag. Tey avvarðandi eru týðandi samstarvsfelagar, sum verða tikin við í avgerðum. Vit hava eina heildarumsorgan fyri tí einstaka. Endamálið er at fyribyrgja einsemi, keðsemi og hjálparloysi hjá tí einstaka.

At fyribyrgja einsemi: Búfólkunum stendur í boði at fáa og geva nærveru í gerandisdegnum. Hetta gera vit við okkara nærveru og umsorgan og við at vera um djór, børn og plantur.

At fyribyrgja keðsemi: Vit eru forvitin og arbeiða út frá støðum, sum spretta burtur úr gerandisdegnum.

At fyribyrgja hjálparloysi: Her geva við tí einstaka møguleika at geva og taka ímóti umsorgan.

Viðgerð skal til, men umsorgan kemur í fyrstu røð - ongantíð øvugt.

Húsfólk, starvsfólk, avvarðandi og leiðsla arbeiða í felag fyri at røkka endamáli okkara.

Kunna teg nærri
Heimið við Vallalið
Vallalíð 12
FO-110 Tórshavn

Telefon 30 24 55
Deildarleiðarin 22 64 45
Fagralon 21 64 55
Bjartalon 28 24 55

T-postur: vallalid@torshavn.fo
Deildarleiðarin: elisabethn@torshavn.fo