Kommunuætlanin 2014


Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við eini visjón og eini vakstrarætlan. Endamálið er støðugt at menna kommununa og skapa bestu karmar fyri hvønn einstakan. Kommunuætlanin er ítøkiliga amboðið at stýra eftir.

Visjónin er stórtøkin.

Hon fatar um ætlanir innan útbúgving, gransking, vøkstur, nýskapan og atdrátt. Kommunuætlanin er í høvuðsheitum ein ætlan fyri kommunalar økisútbyggingar fram til 2030, bygd á stevnumið fyri vøkstri, fyri miðbýin og bygdirnar, fyri ferðslu, vinnulívið, nýskapan, trivnað og heilsu.

Ein ætlan fyri samanhangin millum Tórshavnar havn og býin verður gjørd og hevur fram um alt til endamáls at menna samstarvið millum virksemið hjá Tórshavnar havn og gerandislívið í býnum.

Borgarafundur varð hildin 5. november 2014 í skúlanum við Løgmannabreyt. Greitt varð frá kommunuætlanini, framløgur vóru á skránni og fólk settu viðkokmandi spurningar.
Les kommunuætlanina
Kommunuætlanin er í trimum pørtum.








Kommunuætlanin í stuttum
Niðanfyri kanst tú lesa ein stuttan samadrátt, ið gevur innlit í kommunuætlanina í fáum orðum.

Faldarin sæst HER.